Í steypafinaluni(myndin) var Kyndil omaná. Men í kvøld vann H71 greitt á teimum grønu.
(Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 setti Kyndil uppá pláss - VÍF vann í dramtiskari grannauppgerð

Agnar Frederiksen

17.03.2018 - 21:26

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tveir dystir í fremstu mansdeildini vórðu leiktir fyrr í kvøld. Dysturin í Hoyvík var avgerandi, men gjørdist onangtíð av álvara spennandi. Hoyvíkingar fingu hevnt tapið í steypafinaluni, og harvið so sløktu teir allarhelst vónina hjá Kyndli um eitt finalupláss.

H71 setti eina feita striku undir, at teir ætla sær at spæla í FM-finalunum aftur í ár. H71 vann 31-23, og er nú 9 stig frammanfyri Kyndil. Hoyvíkingar byrjaðu sera væl, og vóru at odda 8-3 eftir tíggju minuttir. Og Kyndil hevði ilt við at fóta sær. Í hálvleikinum vóru átta mál á muni, og dysturin var so at siga avgjørdur. Munurin var eisini 8 mál, tá seinasta bríksl ljóðaði, og harvið ein stórur sigur til H71 uppá allar mátar.

Í Kollafirði leiktu vestmenningar og kollfirðingar ein sera tættan dyst. Tað leikaði javnt á so at siga allan vegin, og munurin í hálvleikinum og við síðsta bríksl var bert eitt mál. Tá seinasti minuttir fór í gongd, var KÍF á odda 26-25, men VÍF megnaði at skora tvey mál og vinna 27-26. Harvið misti botnliðið á stokkinum, og VÍF fekk ein søtan sigur.

Í morgin kl.16 spæla Team Klaksvík og Neistin í Klaksvík. Neistin kann leggja seg níggju stig frammum nummar trý, og harvið næstan endaliga tryggja sær eitt finalupláss.

H71 31(20 dystir)
Neistin 29(19 dystir)
Kyndil 22(19 dystir)
VÍF 20(18 dystir)
Team Klaksvík 14(20 dystir)
StÍF 11(19 dystir)
KÍF 7(19 dystir)


H71 - Kyndil 31-23(18-10)

Toppskjúttar: Peter Krog 8 mál, Hjalti Mohr Jacobsen 6 mál

KÍF - VÍF 26-27(15-14)

Toppskjúttar: Magnus Müller 9 mál, Julian Olsen 8 mál