Frá steypafinaluni í fjør. StÍF megnaði ikki at koppa Peter Krogh og co. tá, og heldur ikki á heimavølli í gjár. Peter Krogh skeyt 7 mál, H71 vann við einum málið, og harvið er StÍF úti av Faxe Kondi Kappingini


(My

H71 víðari - StÍF er úti

Agnar Frederiksen

01.02.2018 - 14:12

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

H71 vann í gjár tætta og spennandi dyst á StÍF á í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Harvið hevur H71 tryggjað sær pláss í hálvfinaluni, meðan StÍF nú ikki hevur møguleikan at koma víðari.

Tað leikaði javnt á allan vegin á Skála í gjárkvøldið í endurtøkuni av steypafinaluni í fjør. StÍF var á odda 15-14 í hálvleikinum. Í 2.hálvleiki var H71 meira omaná, men StÍF kom á odda 30-29, tá fýra minuttir vóru eftir. H71 svaraði tó aftur við trimum málum á rað, og so var ov seint hjá heimaliðnum at hála innaftur. StÍF noydist at vinna dystin, men er nú úti.

Bólkur 2 í Faxe Kondi kappingini, 2. umfar 31/1 á Skála:
StÍF - H71 31-32(15-14)

Toppskjúttar:

Allan Norðberg(StÍF) 9 mál, Hilmar Leon Jakobsen(H71) 8 mál

Eftir lutakastið sá tað út til at fara at verða ein tættur bólkur, og tað hevur eisini talan verið um. StÍF hevur tapt við ávíkavist fýra málum og einum máli. Umframt sigurin í gjár hevur H71 vunnið ein tvey-máls sigur á KÍF. Og kollfirðingar leiktu javnleik í Vestmanna sunudagin.

Úrslitini hava við sær hesa støðuna:

H71 4 (+3)
VÍF 3(+4)
KÍF 1(-2)
StÍF 0 (-5)

Sunnudagin 04.02.18 kl. 16.00 H71 – VÍF
Sunnudagin 04.02.18 kl. 16.00 KÍF – StÍF

Sunnudagin verður sostatt avgjørt, um tað er KÍF ella VÍF, sum skal víðari saman við H71. KÍF skal vinna á heimavølli ímóti StÍF, ið einki hevur at spæla fyri. Sigurin skal helst verða uppá nøkur mál. Í Hoyvík skal heimaliðið bara ikki tapa fyri at halda uppá fyrsta plássið. VÍF skal hava eit stig, fyri at tryggja sær víðari luttøku.

Liðið sum vinnur bólk 2 sleppur undan at møta oddaliðnum í FTZ deildini, Neistanum í hálvfinaluni. Í bólki 1 er Neistin víðari sum nummar eitt undan seinasta umfarið. Finalan um at koma víðari har, stendur ímillum Team Klaksvík og Kyndil, ið bæði hava 2 stig og hittast í Klaksvík leygarkvøldið.