(Mynd: EPA)

Hægsti oljuprísur í tvey ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

30.10.2017 - 12:50

Oljan > Olja > Oljuprísur

Fríggjadagin fór prísurin á olju upp um tað gylta 60 dollara markið. Eitt skifti var hann 60,53 dollarar fyri tunnuna. Nú mánadag er hann 60,39 dollarar. Hetta er fyrstu ferð síðani juli 2015, at oljuprísurin er farin upp um 60 dollarar.

Ein av orsøkunum til høga oljuprísin er sambært Reuters, at tvey av størstu oljuframleiðandi oljunum í heiminum, Saudi Arabia og Rusland, hava sagt seg vilja halda fram við framleiðsluloftinum frá 2016 alt árið 2018. Í 2016 gjørdi Opec saman við Ruslandi og øðrum ikki Opeclondum av at skerja oljuframleiðsluna við 1,8 mió. tunnum um dagin. Síðani hevur prísurin ligið millum 50 og 55 dollarar men nú í seinastuni hevur hann klintrað longur upp. 

Fundur verður aftur í Opec 30. november, og tá verður framhald av framleiðsluloftinum á skránni. Verandi avmarking er til endan av mars í 2018. So nýggja avtalan skal eftir ætlan fevna um restina av 2018. Verður hetta veruleiki verður roknað við einum moderatum undirskoti í oljutilboðnum fram til 2019 sigur íløgubankin Jefferies sambært Reuters. Eisini ein viknaður dollari hevur ávirkan á oljuprísin. Komandi valið av nýggjum stjóra fyri sentralbankan ”Federal Reserve” kann eisini koma at ávirka oljuprísin. Talið á oljupallum í framleiðsluni í USA er eisini minkað og ávirkar tað eisini oljuprístilgongdina. Summir eygleiðarar vilja vera við, at oljuprísurin restina av 2017 fer at liggja enn hægri, møguliga umleið 65 dollarar fyri tunnuna.