Hægsti oljuprísur síðani 2015



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

27.12.2017 - 12:52

Oljan >

Ojuprísurin er í dag tann hægsti í hálvt triðja ár og nærkast 70 dollarum. Í gjár kom hol á eina oljurørleiðing í Libya eftir eina spreinging, og hon ávirkaði eisini oljuprísin. Oljuprísurin er í løtuni 66,67 dollarar fyri tunnuna. Spreingingin hevur fingið stóra ávirkan á oljuflutningin og fer harvið at minka munandi um framleiðsluna frá Norðurafrika. Oljuprísurin var eina løtu omanfyri 67 dollarar.

Oljuprísurin er meira enn 20% hægri enn fyri einum ári síðani. Prísurin var í botni uppá 30 dollarar í januar 2016.

 Tað hevði eisini týdning fyri ein høgan oljuprís, at Opec-lond saman við Russlandi gjørdu av at halda fram við framleiðsluloftinum alt árið 2018.

Altjóða orkuráðið EIA metir, at oljuframleiðslan í heiminum fer at minka  í fyrsta ársfjórðingi í 2018 skrivar Reuters.