(Mynd: EPA)

Hægstirættur stuðlar trump í flóttafólkabanninum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.09.2017 - 07:09

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Hægstirættur í USA hevur nú givið Donald Trump forseta sítt viðmæli til lógina, ið bannar flóttafólki innferðarloyvi til USA.

Trump fekk sostatt viðhald í síni kæru av eini avgerð í einum samveldisdómstóli, ið, sambært løgmálaráðnum, vildi loyvt 24.000 flóttafólkum innferðarloyvi til USA innan oktober mánaður er úti.

Dómurin í gjár er ein lítil sigur hjá Trump innan eina týðandi hoyring í oktober, tá gerast skal av, um eini boð frá forsetanum 6. mars í ár eru í stríð við amerikanska lóg.

Tá setti Trump í verk innferðarbann at galda frá 16. mars, men ikki móti borgarum í Irak, sum vóru við á upprunaliga listanum frá 27. januar yvir lond, hvørs borgarar ikki skuldu sleppa inn í USA.

Nýggja lógin bannar øllum borgarum úr Iran, Libya, Somalia, Sudan, Sýria og Jemen í 90 dagar, eins og eitt generelt bann fyri øll flóttafólk í 120 dagar.

Enn er tó óvist, hvønn týdning avgerðin fær, eftir sum 90-daga bannið gongur út við endan av hesum mánaðinum, og 120 daga bannið gongur út ein mánað seinni.