Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Háfoss misnøgd - hevur skift alla nevndina í Fíggingargrunninum út



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktion

21.04.2017 - 14:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, var ikki nøgd við nevndina í Fíggingargrunninum.

Tað var hon ikki sum ein fylgja av avgerðini hjá Bank Nordik at gjalda út vinningsbýti.

Og nú nevndin í Fíggingargrunninum skuldi veljast av nýggjum, hevur hon tískil nýtt høvið at skifta alla nevndina út.

- Nú tíðirnar eru góðar, átti yvirskotið at verið brúkt at styrkt bankan við, sigur Kristina Háfoss í hesum sambandi, sambært Kringvarpi Føroya.

Nýggju nevndarlimirnir í Fíggingargrunninum eru Ingibjørg Berg, forkvinna, Marjun Eystberg, John Hendrik Holm og Anfinn Hjelm. Hesi fýra skulu so velja fimta nevndarlimin.

Fíggingargrunnurin umsitur tann triðingin av bankanum, sum landið eigur, og sum minnilutapartaeigari hevur landsstýriskvinnan ikki møguleika at steðga avgerðini.

Men hon hevur, so sum longu tilskilað omanfyri, møguleika at skifta nevndina í Fíggingargrunninum út.