Hagasólja! Danir gjørdu nýggja føroyska illbøn

Sverri Egholm

12.02.2018 - 16:03

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

- Hvat gjørdu føroyingar, tá Google ikki vildi gera 360 stig myndir úr Føroyum?

Svarmøguleikar:
- Råbte “hagasólja!” (fandens!)
- Spændte kameraer på får
- Smed Android-telefoner í havet

Soleiðis ljóðaði ein spurningur í spurnarkanning í X Factor-appini fríggjakvøldið.

Fyrsti svarmøguleikin hevur undrað nógvar føroyingar á Facebook um vikuskiftið. Inni á bólkinum “Føroysk rættstaving”, eru fleiri sum hava viðmerkt hetta.

- Kanska hetta kundi verið ein loysn uppá banning. Skifta øll banniorð út við blómur. “Smæra í tjaldursgras tann til also!”, skrivar ein.

Hvør veit, kanska nýggja illbønin fer at hanga við.

Les eisini: Olivur ikki víðari til live-framførslur í X Factor