Halda fram at leita so leingi tað er ljóst



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

29.12.2013 - 20:20

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Nógv fólk er við í leitingararbeiðnum í Oyndarfirði í dag, har ein 20 ára gamal maður er saknaður. Seinasta man veit um mannin var hann saman við tí 22 ára gamla manninum sum man fann saman við bilinum sum fór út av við Rættargjógv.

Leita hevur verið á landi framvið har bilurin er farin omanav og á sjónum. Nærri 20 kavarar hjálpa til við at leita á sjónum.

Fleiri skip og bátar eru við í leitingini, millum annað Ziska, Hvidbjørnen og Brimil. Eisini eru fleiri bjargingarfeløg við í leitingini. Nógv sjálvboðin millum familju, vinir og kenningar av tí saknaða luttaka eisini í leitingini.

Framvegis veit man ikki um tann saknaði var í bilinum, men onki samband fast við fartelefonina, og seinast hann var sæddur leygarmorgunin var hann saman við tí sum er funnin deyður í Rættargjógv.

Tað verður leita so leingi tað er møguligt í dag, og síðani fara leitingarliðini at taka saman um og taka eina avgerð um hvat so skal gerast, um maðurin ikki verður funnin í dag.

LES EISINI: Fara at leita eftir saknaða manninum í morgun

LES EISINI: Eru givnir at leita eftir saknaða manninum í dag

LES EISINI: Ferðsluvanlukka í Oyndafirði: Ein deyður og ein er saknaður