Jógvan Skorheim skrivar undir vegna Sjálvstýrið (Mynd: Sverri Egholm)

Haldbær pensjónsskipan við hægri pensjónsaldri



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.11.2017 - 11:39

Tíðindi > Pengar > Privatbúskapur

Tað sær út til at tað verður minsti flokkur á tingi, Sjálvstýri, ið kemur at tryggja, at núverandi samgongan fær eina av sínum lovaðu nýskipanum smidliga ígjøgnum politisku skipanina.

Í dag legði samgongan saman við Sjálvstýri fram pakkan við lógaruppskotum til hoyringar, sum skal tryggja núverandi og komandi pensjónistum ”eitt virðiligt lív – alt lívið”, sum pensjónsnýskipanaruppskotið eitur.

Áðrenn landsstýriskvinnurnar í almannamálum og fíggjarmálum, Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss, sluppu framat fyri at greiða frá sjálvum uppskotunum, fingu Hanna Jensen úr Framsókn og Jógvan Skorheim, floksformaður fyri Sjálvstýri, høvi at greiða frá, hví júst teirra flokkur vóru við til at leggja nýskipanaruppskotið fram.

Tað vóru føgur orð frá øllum umboðunum. Tey tosaðu um eina heilstoypta loysn fyri samfelagið, um at lyfta tey, sum fáa minst, um at ganga á odda í stórum avgerðum, um at tryggja eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag og so framvegis.

Kemur í gildi í 2020
Í stórum høvuðsheitum gongur uppskotið út upp á tað, at allir núverandi pensjónistar, og tey, ið gerast pensjónistar fram til 1. januar 2020 vera undir somu skipan sum nú, tó so at pensjónin hækkar á hvørjum ári, so at hon í 2020 verður góðar túsund krónur hægri um mánaðin.

1. januar 2020 skal so nýggja skipanin koma í gildi. Hon virkar á tann hátt, at útgjaldið frá Samhaldsfasta verður ”grundgjaldið”, sum ikki ávirkast av inntøkuni ella eginuppsparingini. Oman á samhaldsfasta er ein viðbót, ið verður regulerað niðureftir, tá inntøkan annars fer upp um áleið 16.000 krónur um mánaðin. Og so kemur núverandi grundupphæddin, ið verður reglerað (nógv spakuligari enn nú) tá mánaðarliga inntøkan/eginuppsparingin fer upp um áleið 5.000 krónur.

Sambært ætlanini verður samlaða pensjónin sostatt 14.000 krónur um mánaðin fyri teir fíggjarliga veikastu pensjónistarnar, meðan hon bert verður samhaldsfasta upphæddin á 5.635 krónur fyri teir pensjónistar, ið hava hægstu inntøkurnar.

Pensjónsaldurin upp á 68 ár í 2030
Ein partur av ætlanini er, at inngjaldið til Samhaldsfasta, bæði fyri løntakarar og arbeiðsgevarar, hækkar upp á 3 prosent – tilsamans 6 prosent – men ístaðin verður kravið um eginuppsparing lækkað niður á 12 prosent.

Og so verður pensjónsaldurin – eina og vit síggja tað í longunum kring okkum – hækkaður. Í 2025 til 67 og eitt hálvt ár og í 2030 til 68 ár.

Hetta er við til at tryggja haldførið í skipanini, og eisini at tryggja at talið á løntakarum, og harvið skattgjaldarum, ikki lækkar so ógvusliga, sum framskrivingarnar higartil hava víst.

Ein onnur gularót fyri at tryggja hesum er møguleikin fyri at hvør einstakur fær møguleika fyri at úseta sína pensjón fyri ístaðin at fáa útgoldið meira, tá viðkomandi einaferð fer av arbeiðsmarknaðinum.

Lógaruppskotini í sambandi við pensjónsnýskipanina eru seks í tali, og tey verða í dag send út til hoyringar, og umboðini fyri teir fýra flokkarnar aftanfyri løgdu dent, at tað enn ikki er ov seint hjá øðrum flokkum at koma við áðrenn uppskotini einaferð verða løgd fyri løgtingi.