Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Haldi eg tað vera ókey má eg kunna siga tað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

16.05.2018 - 14:33

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Eftir øllum at døma var landsstýrismaðurin ikki samdur við samgonguni, sum feldi uppskotið frá Viðareiðis- og Hvannasundskommunu um at Norðoyatunnilin skuldi fíggja fyrireiking av tunlunum norð um Fjall.

Tað segði hann í kjakinum eftir Dag & viku í gjárkvøldið.

- Eg haldi tað (uppskotið, red.) var ókey. Um eg haldi tað vera ókey, so má eg kunna siga tað, segði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Hann segði, at hann var samdur í uppskotinum frá kommunum í Norðoyggjum, og mældi teimum til at leggja tað fyri tingið. Í samgonguni var tó ikki semja um uppskotið.

- So skalt tú hava undirtøku fyri at gera tað upp á handan mátan. Tað er ikki undirtøka fyri í tinginunum at gera nøkur ting, men útseta betalingina. Men kanst tú gera nakað undantak, so tú kanst koma burturúr hesari akuttu støðuni, sum tað er við tunlunum norð um fjall, segði hann í kjakinum.

Tað bar so ikki til, kann staðfestast. Uppskotið fall við 14 atkvøðum fyri, 15 ímóti og ongari blankari atkvøðu.

Samgongan viðger í løtuni tunnilsraðfestingina og fíggjarleistin, og kemur við almennari fráboðan um, hvør avgerðin verður.