(Mynd: windity.com)

Haldið tykkum innandura

Ingi Samuelsen

07.12.2017 - 10:52

Tíðindi > Veðrið

Tað hevur verið eitt sindur ymiskt hvussu ódnin – ið enski veðurstovnurin hevur navngivið Caroline – hevur rakt oyggjarnar í morgun.

Serliga norðanfyri hevur verið nógv meira vindur, enn tað hevur verið á teimum syðru oyggjunum.

Men nú sær út til, at tað er nógvi vindurin herjar allar oyggjarnar, tó at tey støð, ið liggja ábært fyri norðanættini hava tað truplari enn aðrastaðni, har lívd er.

Fyrr í morgun heitti løgreglan og kommunalu myndugleikarnir í Eysturkommunu beinleiðis fólki í Norðragøtu frá at fara útum. Hetta man eisini vera galdandi í øðrum støðum.

Eisini heitir løgreglan og Landsverk á fólk um ikki at koyra óneyðugt millum bygda í dag meðan nógvi vindurin herjar og krapi og hálka er. Samstundis sum hitin er lækkaður meira er eisini meira kavi í avfallinum nú.