Hálkuóhapp undir Valaknúkum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

24.11.2017 - 08:42

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Eitt ferðsluóhapp hendi beint fyri átta í morgun, tá ein bilførari misti tamarhaldi á bili sínum á høvuðsvegnum nærhendis bygdina Skálafjørð.

Bilurin rendi niðan av vegnum. Sjúkrabilur varð sendur til staðið, og kvinnan í bilinum, sum sjálv megnaði at sleppa sær úr bilinum og søkja hjálp, varð flutt á landssjúkrahúsið til kanningar. Men sambært vakthavandi á politistøðini, var ikki talan um álvarslig mein.