Hallur var seinast í dysti fyri Føroyar ímóti Sveis í juni. Nú er hann aftur til reiðar at umboða sítt land á Tórsvølli.




(Mynd: Sverri Egholm)

Hallur er við aftur: Vit vilja geva Tórsvølli eitt gott upplivilsi

Agnar Frederiksen

06.10.2017 - 12:49

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í mun til dystirnar ímóti Portugal og Andorra so er ein av lyklaleikarunum á føroyska liðnum tøkur aftur. Talan er um 25-ára gamla miðvallaran Hallur Hansson, sum til dagliga spælur við AC Horsens. Fyri einum mánaði síðani var Hallur ikki komin ordliga í gongd aftur eftir skurðviðgerðina, sum hann var undir í summar. Men í morgin verður Hallur aftur at síggja í føroyska landsliðsbúnanum. Fyri einari viku síðani spældi Hallur næstan fullan dyst í 1-0 sigrinum á Randers, og sambært honum gongur tað spakuliga framá. Hallur sigur eisini, at hann fegnast um at vera í landsliðshópinum aftur.

- Eg føli meg betri fyri hvørja viku sum gongur. Eg haldi sjálvur, at tað gongur rætta vegin, men um eg skal vera realistiskur, so verður tað enn ein løta áðrenn man sær meg aftur í topform. Tað er deiligt at vera við aftur. Tað gevur líka eina fríløtu frá tí dagliga arbeiðnum úti í feløgunum, og so sleppur man at heilsa upp á allar teir góðu vinmennirnir á liðnum, so tað er super.

Í oktober í fjør vunnu Føroyar 2-0 á útivølli ímóti Lettlandi. Tá átti Hallur framúr uppleggið til 2-0 málið, ið Jóan Símun Edmundsson hegnisliga skoraði. Nú vitja lettar á Tórsvølli, og sambært Halli, so verður talan um ein øðrvísi dyst, har innsatsurin er lykilin hjá føroyingunum.


- Teir ætla uttan iva at hevna tapið í heimadystinum. Vit spældu ein framúr dyst í Lettlandi, men hesin verður heilt ørvísi. Tað er torført at meta um hvussu leikur fer fram, men tað viktigasta fyri okkum er, at innsatsurin er góður frammanfyri einum fullsettum Tórsvølli, so at vit geva øllum rundanum eitt gott upplivilsi.

Til seinast spurdu vit Hall Hansson hvat føroyska liðið hevur lagt dent á í fyrireikingunum, og hvat skal til fyri at fáa eitt gott úrslit í morgin.

- Tað snýr seg um okkum sjálvar. Tað er tað, sum vit hava fokus á. Vit vita, at er innsatsurin góður, so kann tað bera okkum langt. Tað er bara at vera tolin og halda nullið, so skulu vit nokk fáa okkara møguleikar at avgera dystin.

Fyrsta bríksl á Tórsvøll er klokkan 17 í morgin. Vit verða á staðnum, og hava eisini meira upptakt undan dystinum.