Mynd: Jens Kristian Vang

Hallur Hansson: - Vit vilja mótprógva kritikkin

Sverri Egholm

15.10.2014 - 03:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar taptu dystin óuppiborið móti Ungarn á Tórsvølli í kvøld.

- Vit eru ikki deyvir og tað er øgiliga nógvur kritikkur inn á føroyska landsliðið í løtuni og vit vilja mótprógva tað. Vit gera tað fyri so vítt, men vit standa eftir við ongum, so tað má betrast, sigur Hallur Hansson við Portalin eftir dystin.

Føroyska liðið spældi sera væl hendan dystin í mun til dystin móti Norðurírlandi.

- Vit skulu byggja uppá tað sum vit hava, og so fer tað at rigga betri framyvir, sigur Hallur Hansson, sum ikki er nøgdur við úrslitið í kvøld.