Hallur Hansson (Mynd: achorsens.dk)

Hallur hevur tvey brot í fótinum

Ingi Samuelsen

05.12.2017 - 10:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansen, sum dagliga spælir við danska superligafelagnum AC Horsens, skal halda seg frá fótbólti í minst seks vikur, skrivar Horsens Folkeblad.

Hann hevur fingið staðfest brot á tveimum beinum í sama fóti, sum hevur hildið hann burtur frá fótbólti í fleiri mánaðir.

Hallur vónar tó at vera klárur aftur til AC Horsens tekur venjingina uppaftur eftir vetrarstøðgin.

Hallur Hansson varð í juni lagdur undir skurð fyri ein skaða í fótinum, sum hevur plágað hann. Hann misti sostatt fleiri dystir fyri Horsens, tá kappingin byrjaði aftur eftir summarstøðgin, eins og hann eisini misti teir fyrstu landsdystirnar í heyst.

Í oktober var Hallur Hansson, ið hevur ment seg til at vera ein at stuðulsleikarunum á miðjuni, aftur við føroyska landsliðnum.

Brandur við aftur
Samstundis sum Hallur Hansson nú boðar frá, at hann má halda ein støðg við venjingunum, er gongd aftur komin á spælið hjá liðfelaga hansara á landsliðnum, Brandi Hendrikssyni, sum spælir fyri FC Randers.

Um vikuskiftið varð Brandur skiftur inn í dysti móti Silkeborg eftir at hava verið burturi í eitt ár orsaka av slitnum krossbandi í knænum.

Randers spælir komandi mánadag seinasta dyst fyri vetrarstøðgin, hann verður á heimavølli móti FC Midtjylland.