Hallur: - Marginalarnir vóru við okkum

Hanus Samró

03.03.2015 - 00:24

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í gjár leiktu Stíf og H71 í høllini á Skála. H71 vann dystin 26-28. Í stuttari viðmerking við portal.fo, sigur Hallur Biskupstø (H71):

- Dysturin byrjaði eitt sindur intenst, har strandingar kanska komu betur frá byrjan, og tað virkaði, sum teir vildu tað meira. Men vit vistu væl, hvussu týdningarmikil dysturin var og hálaðu okkum inn á teir og vóru á odda í hálvleikinum.

- Seinni hálvleikur byrjaði væl hjá okkum, vit komu nøkur mál framum, men vit sluppu ongantíð ordiliga frá teimum. At enda bleiv dysturin sera spennandi, har Kjartan skorar, og tað verður javnleikur. Eg haldi, at marginalarnir vóru við okkum til endans.


- Sigurin hevur sera stóran týdning. Vit eru í tí "hepnu" støðu, har vit kunna avgera alt sjálvir, men vit hava nakrar torføria útidystir eftir, so alt kann henda.

Næsti dysturin hjá H71 verður móti Neistanum sunnudagin 8. mars.