Hallur Mortensen vart ph.d. á Durham University



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

10.12.2017 - 23:03

Tíðindi >

Hósdagin 7. desember vardi Hallur Mortensen ph.d.-ritgerð sína við Durham University.

Heiti á ritgerðini er ”The Baptismal Episode as Trinitarian Narrative: Proto-Trinitarian Structures in Mark's Conception of God.”

Hallur Mortensen hevur verið innskrivaður á deildini fyri gudfrøði og átrúnað. Francis Watson, doktari og professari, hevur verið vegleiðari hansara.

Sum vant tá ph.d.-ritgerðir verða vardar í Bretlandi, so var verjan ikki almenn. Tað vóru tveir próvdómarar, ein innanhysis og ein uttanhýsis, Jane Heath frá Durham University og Elizabeth Shively frá St Andrews University,

Verjan vardi í góðar tveir tímar og gekk væl. Niðurstøðan var, at verjan var staðin við treytini, at tað skulu gerast smávegis rættingar, áðrenn endaliga útgávan av ritgerðini formliga kann góðkennast. Vanligt er, at endaliga ritgerðin við rættingunum skal latast inn í mesta lagi 12 vikur eftir verjuna og formliga eftirkannast. Síðani kann ph.d.heitið latast endaliga.

Á myndini eru Francis Watson og Hallur Mortensen høgrumegin.