Hallur: Stuðulin frá áskoðarunum hevur ómetaligan týdning

Ingi Samuelsen

09.10.2016 - 13:21

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er týðuligt, at føroysku landsliðspælarunum hóvar stóra áhugan, sum er fyri føroyska landsliðnum nú.

Soleiðis var ikki fyri nøkrum fáum árum síðani, tá Fótbóltssamband Føroya mátti stríðast fyri at fylla Tórsvøll. Eftir at tjóðarleikvøllurin er bygdur um, og landsliðið samstundis hevur fingið betri úrslit, er áhugin nógv størri, og nú er gravgangur eftir hvørjum einasta áskoðarasessi á Tórsvølli.

- Hetta er fantastisk. Tað er nakað heilt annað at spæla fyri einum fullum Tórsvølli og fáa stuðul frá heimaáskoðarunum. Eg haldi ikki, at fólk vanliga geva sær far um, hvussu ómetaliga stóran týdning hesin stuðul hevur fyri okkum, sum stríðast á vøllinum, sigur Hallur Hansson.

Um orsøkina til framgongdina sigur hann, at talan er um eitt ættarlið av góðum spælarum, sum hevur fingið góða uppaling upp gjøgnum ungdómslandsliðini.

- Og so hevur tað eydnast venjaratoyminum og fólkunum annars rundan um landsliðið at fáa størri sjálvsálit inn í hópin, so at vit í dag fara út á vøllin við einum heilt øðrum hugburði, enn vit plagdu fyri nøkrum árum síðani, sigur Hallur Hansson.