Hallur: - Vit vóru 100% klárir

Hanus Samró

22.01.2015 - 17:17

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í gjárkvøldið leiktu Kyndil og H71 í høllini á Hálsi. H71 vann dystin 18-20.

Í stuttari viðmerking við portal.fo, sigur Hallur Biskupstø:

- Vit byrjaðu væl, og allir mans vóru 100% klárir frá byrjanini av. Vit eru frammanfyri allan dystin, men komu ongantíð reiðiliga frá teimum, sum vit vildu. Seinni hálvleikur var akkurát, sum tann fyrsti, men vit kláraðu at halda fokus dystin á tamb, og eg trúgvi, at tað var tað, sum gjørdi, at vit sótu eftir við sigrinum.

Í hálvfinaluni møta H71 Neistanum ella H71 2. Tann dysturin verður leiktur í kvøld.