Áskoðararnir streymaðu inn á vøllin, tá Bristol City vann á Manchester United (Mynd: EPA)

Hálvfinala í Carabao Cup í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.01.2018 - 17:42

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í kvøld og í morgin, verða fyrstu hálvfinalurnar í ensku steypakappingini, Carabao Cup, spældar.

Í kvøld kl. 20 tekur oddaliðið í Premier League, Mancehster City, í móti Bristol City úr næst bestu deildini, á Etihad Stadium í Manchester.

Bæði liðini spældu seg í hálvfinaluna í spennandi dystum í kvartfinaluni. Manchester City mátti heilt til brotssparkskapping, áðrenn tað megnaði at basa Leicester City. Størsti skelkurin í kappingini higartil kom, tá Britol CIty megnaði at vinna 2-1 á Manchester United í kvartfinaluni.

Í kvøld skal Bristol City royna at endurtaka bragdið.

Í morgin spæla tey bæði stórfeløgini, Chelsea og Arsenal, hina hálvfinaluna.

Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar 23. Og 24. januar.