Frá fyrru hálvfinaluni, har B36 vann 4-2 (Mynd: Sverri Egholm)

Hálvfinalan millum B36 og Suðringar aftur flutt

Sverri Egholm

07.06.2018 - 15:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrst klokkan 16, síðani klokkan 14:30 og nú klokkan 15.

Tað er ein ávísur ruðulleiki um nær hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið skulu byrja.

Fyrr í dag tók stríð seg upp millum B36 og TB/FCS/Royn um at dysturin skuldi byrja klokkan 16. Hetta tí, at havnarmenn skuldu við Smyrli til Havnar klokkan 18, altso bara knappar tíggju minuttir eftir at síðsta bríksl hevur verið.

Dysturin varð síðani fluttur til 14:30, men nú skrivar in.fo, at hann er fluttur ein hálvan tíma, so at hann verður mikudagin í næstu viku klokkan 15.

Hin dysturin verður spældur klokkan 18 mikukvøldið. Har eru tað argjamenn sum taka ímóti grannunum úr HB.