Mynd: Sverri Egholm

Hálvfinalurnar fluttar

Sverri Egholm

29.05.2018 - 16:14

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir nógvar telvingar aftur og fram hevur Fótbóltssambandið gjørt av, at hálvfinalurnar millum HB-AB og B36-TB/FCS/Royn verða fluttar.

HB og AB skuldu spæla klokkan 20, men tann dysturin er nú fluttur til klokkan 16:30. B36 og TB/FCS/Royn, sum skuldu møtast klokkan 17, spæla sína fyrru hálvfinalu klokkan 19:15 ístaðin.

Tað vóru suðuroyingar, sum fyrr í dag gjørdu vart við, at tað ikki bar til hjá fleiri av leikarunum at møta til dystin fyrr enn ein tíma áðrenn. Hetta hóast tyrlan varð leigað, men nú skuldi ligið betri fyri.

Fyrru hálvfinalurnar
HB-AB (16:30)
B36 - TB/FCS/Royn (19:15)

Les eisini: Suðringar nokta at spæla fyrr enn kl. 18