Lionel Messi skorar og leggur upp til hópin av málum á argentinska landsliðnum, sum er favorittur til at vinna Copa America (Mynd: EPA)

Hálvfinalurnar í Copa America eru fyri framman

Niels Petersen

20.06.2016 - 13:19

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Copa America kappingin er komin so langt ávegis nú, at hálvfinalur skulu spælast í hósmorgunin og fríggjamorgunin. Liðini sum hava spælt seg í hálvfinalurnar eru USA, Argentina, Kolumbia og Kili.

Kili, sum vann kappingina seinast er eitt av liðunum, sum enn eru við í kappingini, men til stóra undran, er Uruguay ikki við. Uruguay kom ikki so mikið sum úr bólkaspælinum, og so kom tjóðarhetjan, Lius Suarez heldur ikki á vøllin, vegna skaða. Eitt stórt skuffilsi fyri fótbóltsøru tjóðina.

Vertstjóðin, undir leiðslu av Jürgen Klinsmann hevur hinvegin staðið seg væl í kappingini, og í hálvfinaluni møtir USA stórfavorittinum, Argentina. Dysturin verður spældur hósmorgunin klokkan 02:00.

Í hinari hálvfinaluni hittast Kolumbia og Kili, og teirra dystur verður spældur fríggjamorgunin klokkan 01:00.

Merkisvert er, at Argentina og Kili vóru í sama bólki í bólkaspælinum, bólki D og USA og Kolumbia vóru í sama bólki, bólki A.