(Mynd: Sverri Egholm)

Fyrru hálvfinalurnar verða í Gundadali mikukvøldið

Sverri Egholm

28.05.2018 - 20:43

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Mikudagin er stórur steypadagur í Gundadali, tá bæði HB og B36 skulu spæla hvør sína fyrru hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið.

B36 og TB/FCS/Royn hittast klokkan 17 meðan HB og AB hittast klokkan 20.

HB hevur longu boðað frá, at dysturin móti AB verður stroymdur á heimasíðuni fsf-livestream.com, har tað ber til at keypa sær atgongd fyri 39 krónur.