Mynd: tv2.dk

Video: Hálvi føroyingurin Sigmund framførir í Talent

Marin Eidesgaard

31.12.2014 - 22:35

Mentan > List > Dansur

19 ára gamli Sigmund, ið er hálvur føroyingur, hevur júst luttikið í donsku Talent kappingini.

Í løtuni er Sigmund búsitandi í Herning, og har stórtrívist hann. Hann greiðir frá, at hann hevur ikki altíð havt so nógv vinfólk, men síðani hann flutti til Herning er alt broytt. Her hevur fingið eina rúgvu av vinfólkini og hann elskar býin.

Sigmund hevur ofta hoyrt fyri sína persónligheit, áðrenn hann flutti til Herning, tí hann hevur ein serligan atburð, er positivur og femininur. Í Herning hevur hann verið góðtikin.

Hansara dreymur er at dansa, og tað vil hann berjast fyri at gera restina av lívinum. Komin inn á pallin í Talent sigur hann, at hann er sannførdur um, at hann kann vinna.

Sí framførsluna hjá Sigmundi niðanfyri.