Mynd frá dystinum í dag. Mynd: Jens Kristian Vang

Hálvleikur á Hálsi: Neistin á odda í hálvleikinum

Sverri Egholm

07.02.2015 - 20:18

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Steypafinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum eru á skránni á Hálsi í dag. Kvinnurnar leggja út og tann dysturin byrjaði klokkan 13:30.

Fyrsta løtan var sera nógv merkt av feilum frá báðum liðum og sera fá mál komu fyrstu løtuna. Næstu løtuna fekk Neistin spælið at koyra samstundis sum Fríða Petersen í neistamálinum hevði nógvar bjargingar.

Men beint fyri hálvleik fekk Kyndil skil á spælið og fingu nøkur mál og komu aftur í dystin.

Støðan í hálvleikinum er 11-9 og framvegis er einki avgjørt.

Upptakt til mansfinaluna: VIDEO Samrøða við Niklas og Mikkjal