(tilvildarlig savnsmynd)

Hamar 1 vann ímóti Hamar 2

Tíðindaskriv

12.11.2017 - 11:06

Ítróttur > Ítróttur > Kurvabóltur

Fjórði dystur í Trygd kappingini í kurvabólti var í gjár leiktur millum Hamar 2 og Hamar 1, har Hamar 1 vann trygt á yngru leikarunum úr Hamar 2. Úrslitið var 27-59.

Hamar 2 kom væl frá byrjan, og sá út til, at dysturin fór at verða javnur. Yngru leikararnir úr Hamar 2 høvdu ongan útskiftara, men kláraðu væl at fylgja við dystinum fram til hálvleik. Hálvleiksstøðan var 16-23 til Hamar 1.

Eftir hálvleik legði Hamar 1 høgt trýst á, og kláraðu Hamar 2 at halda trýstinum fram til síðsta fjórðing, tá orkan var uppi, og kundi Hamar 1 tá lættliga hála seg fram og økti um frástøðuna.

Toppskorari hjá Hamar 1 var Sjúrður Sivertsen við 16 stigum og hjá Hamar 2 var Martin Dam toppskorari við 12 stigum.

Næsti dystur í Trygd kappingini verður komandi leygardag, tá Sproðdrekin tekur ímóti Hávi. Dysturin verður leiktur í skúlanum á Argjahamri.