Hamferð

Hamferð tilnevndir virðisløn Norðurlandaráðsins á øðrum sinni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

01.06.2018 - 05:45

Mentan > Mentan > Tónleikur

Dómsnevndin til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins hevur nú kunngjørt 13 nøvn, sum eru í uppskoti at vinna fyri 2018.

Millum nøvnini eru tungmálmsbólkurin Hamferð, og hetta er aðru ferð, at bólkurin er tilnevndur. Fyrru ferð var í 2015.

Vinnarin verður kunngjørdur tann 30. oktober, og fær virðisløn á 350.000 danskar krónur.

Tey tilnevndu eru:

Danmark
Jacob Anderskov
Thomas Agerfeldt Olesen

Finnland
Mikko Joensuu
Outi Tarkiainen

Føroyar
Hamferð

Grønland
Georg Olsen

Ísland
Daníel Bjarnason
Hugi Guðmundsson

Noreg
Nils Henrik Asheim
Synne Skouen

Svøríki
Magnus Lindgren
Tebogo Monnakgotla

Áland
Lars Karlsson