Hamferð tilnevndir virðisløn Norðurlandaráðsins



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

30.05.2015 - 16:04

Mentan > Tónleikur > Klassiskt/moderna

Føroyski doom-bólkurin Hamferð er millum nøvnini, sum hava møguleika at vinna nógv virdu tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Hetta varð kunngjørt undir Festspillene í Bergen í dag.

Anaðhvørt ár fer virðislønin til útinnandi tónleikarar og annaðhvørt ár til tónasmiðir. Í ár eru tað so tey útinnandu, sum skulu heiðrast.

Soleiðis ljóðar grundgevingin fyri at tilnevna Hamferð til virðislønina:

”Við at samantvinna eina tunga og skiftandi ljóðmynd við tað melankolska í føroysku fólkasálini, finna teir fram til eitt egið lýriskt musikkunivers, ið røkkur út til nógvar lurtarar. Konseptið verður undirbygt av teirra innarligu, stórfingnu og ymisháttaðu framførslum, har tónleikur, lýrikkur og kringumstøðurnar skapa síne heilt egnu heild”.

Limirnir í Hamferð eru Jón Aldará, sang, John Egholm, guittar, Theodor Kapnas, guittar, Remi Johannessen, trummur, Esmar Joensen, ljómborð og Ísak Petersen bass.

Hini tilnevndu norðurlendsku nøvnini eru:
Danmark: Michala Petri, floytuspælari og HVAD, elektroniskur tónleikari.
Finnland: Kimmo Pohjonen, harmonikuspælari, og Apocalyptica, heavy-metal sellobólkur
Ísland: Reykjavíkar kamarorkestur og Elfa Rún Kristinsdóttir, fiólleikari
Noreg: Dans Les Arbres, kvartett, og Tora Augestad, mezzosopran
Svøríki: Anne Sofie von Otter, mezzosopran, og Svante Henryson, bassistur og tónasmiður.

Les eisini: Hamferð gagnnýttu sólarmyrkingina til fulnar