Pól Arni Holm

Hamradun og Frank í Tøting



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

23.02.2016 - 08:52

Mentan > Mentan > Konsertir

Leygarkvøldið verður skipað fyri eini braki av eini konsert í Tøting í Syðrugøtu, tá bólkarnir Hamradun og Frank in a Phonebox fara at spæla.

Hamradun
Pól Arni Holm gjørdis kendur í Føroyum fyri nógvum árum síðani, tá ið hann sum sangari í Týr, veruliga tóku Føroyar og Ísland við storm, við kvæðarokk lagnum Orminum langa, og harvið slógu seg rimmar fastar í føroysku rokksøgubøkurnar.

Pól Arni var tó ikki leingi limur í Týr, tí hann var bert sangari á bólksins fyrstu útgávu ”How Far To Asgaard” frá 2002.
Síðani hevur Pól Arni ikki verði nógv at hoyrt til í almenna rúminum, hóast hann av og á hevur framført til smærri tiltøk.

Sermerkti sangarin hevur tó altíð havt alsk fyri tónleikinum, og hevur skrivað tónleik í stillum. Tá so Pól Arni og Uni Debess komu á tal, opnaðist ein nýggjur heimur fyri teimun, og úrslitið var, at Føroyar í dag eru ríkaðar við einum kvæða- og vísurokk verkið við Hamraduni, ið kemur at standa sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu.

Manningin í Hamraduni er hendan: Pól Arni Holm – sang, Uni Debess – gittar, John Egholm – gittar, Finnur Hansen – ljómborð, Heri Reynheim – bass og Rani H. Christiansen – trummur.

Frank In A Phonebox
Ungu tónleikarnir í Frank in a Phonebox, stovnaðu bólkin í 2012, og løgdu seg beinanveg eftir at skriva teirra egna tónleik, ið teir ynsktu skuldu verða sermerktur.

FIAP spæla okkurt slag av alternativum rokki og hava teir megna at funni eitt stórt og egið ljóð, sum rakar nervarnar í áhoyrarunum.

Tað er komin ferð á sangskrivingina hjá bólkinum, og tað er nokk sannlíkt, at vit kunna vænta okkum eina útgávu um ikki so langa tíð.

Bólkurin hevur tikið nøkur løg upp saman við Benjamin Petersen, millum annað lagið "Fire to your home", eitt av teimun, sum vit óiva kunna vænta okkum at hoyra í Tøting.

Manningin er Hjalti Bogason – sang, Sámal Rasmussen – gittar, Pætur Jákupson – gittar, Hallur við Skipá – bass og Hjørtur Háberg – trummur.