Hamradun-dagur í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

23.10.2015 - 06:50

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

Í dag, 23. oktober, letur Tutl út fyrstu útgávuna hjá nýggja føroyska fólkarokkbólkinum Hamradun út. Í hesum sambandi verður móttøka í Tutl-handlinum á Glade Hjørn seinnapartin.

Manningin í Hamradun, ið telur Pól Arna Holm, John Áka Egholm, Una Debess, Rana Hammershaimb Christiansen og Finnur Hansen. er samansett av ymiskum tónleikarum, ið m.a. hava spælt við kendum nøvnum sum Týr, Hamferð, GoGoBlues, Eager To Please - bert fyri at nevna nøkur fá. Tónleikurin ferðast í einum heimi av føroyskum sagnum og vísum, og eru allir tekstirnir á føroyskum.