Handað landsstýrismanninum 614 mótmælisundirskriftir

Sverri Egholm

12.10.2017 - 17:27

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Seinnapartin fekk Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, handað 614 undirskriftir frá fólki, sum mótmæla, at tunlarnir norður um Fjall verða stongdir um næturnar í vetur.

- Vit føla tað sum, at samfelagið er í einari øgiligari framferð, men hjá okkum gongur skeivan vegin, sigur Sigmar Sørensen úr Hvannasundi, sum handaði Henriki Old undirskriftirnar.

Tað var í september mánaða, at Landsverk boðaði frá, at SEV í vetur fer í gongd við at leggja el-kaðalar gjøgnum tunlarnar norður um Fjall.

Ætlanin er at stongja tunlarnar í seks mánaðar frá klokkan 23:00 til 05:30 á morgni. Ferðsla sleppur tó ígjøgnum tunlarnar klokkan 01:00.

Eftir ætlan skuldi arbeiðið byrja um miðjan oktober, men tað er fyribils útsett til 30. oktober.

Henrik Old var fegin um undirskriftirnar og fer í næstum at seta seg í samband við røttu myndugleikarnar. Hann nevndi møguleikan at breiðka verandi tunlar ella at framskunda nýggju tunlarnar.