Mynd: Handilsgøtan

Handilsgøtan spílar seg út á mentunarnáttini

Sverri Egholm

01.06.2018 - 13:19

Mentan >

Í kvøld verður Handilsgøtan ein av miðdeplunum fyri Mentanarnáttini í Havn.

Handlarnir í Handilsgøtuni, ið er Doktara Jakobsensgøta við síðugøtum, hava veruliga spílað seg út, og har verða nógvar ymiskar mentanarligar upplivingar í gøtuni. Fleiri av okkara fremstu tónleikarum koma á pall, handlarnir hava leingi opið og eisini kemur Frumbiti út á gøtuna at gera mat, so ongin nýtist at ganga svangur.

Í ár eru tveir pallar, FK pallurin og Úti Lív pallurin. Tiltakið byrjar klokkan 17 og tónleikur verður at hoyra út á náttina.

Umframt sjálva skránna, so koma Faroe Flips eisini at luttaka, vit leita eftir ársins kovboy, hoppiborg, Myndaboks, andlitsteknari, gyklarar verða á gøtuni, livandi modellir, eldshow, myndaframsýning við nakinmyndum hjá Miriam & Janus og nógv góð tilboð og tímatilboð ínni í handlunum á gøtunum.

Skráin fyri tiltakið er hendan:

FK pallurin
17:00 Gykl og søga við Rógva
18:00 Team Hydra – fimleikur
18:30 Høgni Reistrup
19:15 Allan Tausen
20:00 Janus á Húsagarði & vinmenn
20:45 Hanus G
21:45 Eyðun Nolsø
22:45 Sámal Ravnsfjall
00:00 Danny Baldursson (frá Danny & the Veetos)

Úti Lív pallurin
18-19 Bombaclat Crew
19-20:30 Fred Ruddick
20:30- 22 Mariumessa á Vári
22-23 Heiðrik á Heygum (DJ set)
23-00 Dan Helgi
00-01 日本からの女の子
kl.01-?? Silvurdrongur
kl.??-02:59 Antony Charles