Mynd: EPA

Handtikni deilt IS-filmsbrot á Facebook

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

07.04.2017 - 21:50

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Ein 39 ára gamal maður er undir illgruna fyri at hava staðið aftanfyri álopið í Stockholmi í dag, tá ein lastbilur koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu.

Maðurin hevði uppført seg løgið inni í einum handli í Märtsa, har hann vísti, at hann var skaddur, og segði seg vera skyldugan í álopinum. Maðurin hevði ein revolvara og glassplintur á klæðunum.

Tað er ikki greitt, hvussu leingi maðurin hevur búð í Svøríki. Á Facebook-síðu síni hevur hann deilt propagandafilmar hjá Islamskum stati, og hann hevur eisini dámt eina mynd av særdum fólki, sum var tikin fá sekund eftir eksplosiónina við Boston Maraton í 2013.
Aftonbladet hevur tosað við eina konu, sum kennir tann handtikna mannin. Hon skal hava sagt, at hon ikki trýr, at tann 39 ára gamli maðurin hevur nakað við álopið at gera.

- Hann eigur fýra børn og arbeiðir í byggivinnuni...
- Hann tosar ongantíð um politik ella átrúnað....
Hetta segði konan millum annað við Aftonbladet.