(Skíggjamynd frá The Guardian: Emma Gonzalez)

- Hann hevði ikki kunnað sært so nógv fólk við knívi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

18.02.2018 - 16:51

Tíðindi >

Aftaná sorgarleikin í statinum Florida, har ein sokallaður skúlaskjútti drap 17 fólk, harav mest ung fólk, er kjakið um strangari vápnalógir í USA aftur uppi at venda.

Donald Trump, forseti í USA, viðmerkti sorgarleikin og legði dent á, at talan var um sálarsjúku hjá unga manninum, sum framdi hópdrápið.

Hetta hevur fingið mong at ilskast. Á einari stevnu til frama fyri strangari vápnalógum, helt unga kvinnan Emma Gonzalez, ið kom frá hendingini við lívinum, eina røðu, sum hevur vakt ans. Hon valdi nevnliga at tala beinleiðis til forsetan.

- Vit vita, at tey royna at uppáhalda, at talan er um sálarsjúku, og eg eri ikki sálarfrøðingur, men vit mugu eisini vera varug við, at talan er ikki bert um sálarsjúku. Hann hevði ikki kunnað sært so nógv fólk við einum knívi.

Les alla taluna her.