Formaðurin í Felagnum Víkingaskip, Finnbjørn Hovsgarð, t.v., saman við Geir Magne Røvik skipabyggjara (Mynd: vikingaskipid.com)

Hann skal standa fyri byggingini av føroyskum víkingaskipi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.03.2017 - 09:04

Mentan > Mentan > Søga

Felagið Vìkingaskipið hevur undirskrivað samstarvsavtalu við bátasmiðin Geir Magne Røvik úr Tønsberg, Noreg, sum kemur at verða verkætlanarleiðari, og standa fyri byggingini av skipinum.

Hetta skrivar Felagið Víkingaskipið, ið júst hevur fingið nýggja stásiliga heimasíðu, har greitt verður frá felagnum og frá verkætlanini at byggja eitt víkingaskip herheima.


Geir Magne Røvik er útlærdur bátasmiður frá “Båtbyggerskolen Rognan” í Saltdal, Nordland, og hevur arbeitt sum bátasmiður síðani 1979. Hann var ein av stovnarunum, og dagligur leiðari hjá Stiftelse Nytt Osebergskip til og við desembur 2014, og hevði høvðusábyrgdina av byggingini av Saga Oseberg, sum varð sjósett 20. juni í 2012.

Geir Magne Røvik var somuleiðis við í undan-verkætlanini til Saga Oseberg, har funnið var fram til feilin við upprunaskipinum, og hví fyrra kopi-skipið “Dronningen”, sakk undir royndarsiglingini í apríl 1988.

Eftirfylgjandi hevur hann arbeitt við endurskapanini og byggingini av Klåstadskipet sum eisini verður bygt í Tønsberg, Noreg.

Í løtuni starvast hann á egnari bátasmiðu á Nøtterøy.

Afturat Geir Magne Røvik koma aðrir bátasmiðir at verða við í byggingini av føroyska víkingaskipinum. Tað verður eftir ætlan ein samanrenning av føroyskum og útlendskum kreftum.

Fyri einum góðum ári síðan var Geir Magni Røvik í Føroyum har hann helt ein væl vitjaðan fyrilestur um bygging av víkingaskipum. Sí: Myndir: Fyrilestur um at byggja víkingaskip

Sí eisini: Ætlanin um víkingaskip í Hovi tekur skap