Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hanna Jensen: Krompromis við stóra K

Sverri Egholm

12.12.2017 - 21:21

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, gjørdi í kvøld greitt at flokkurin fer at taka undir við uppskotinum um fiskivinnunýskipanina.

Undir aðru viðgerð fríggjadagin gjørdi hon vart við, at tað als ikki var vist, at flokkurin fór at atkvøða fyri hesum uppskotinum í triðju viðgerð. Millum annað vóru tað økiskvoturnar ella menningarkvoturnar, sum smakkaðu teimum illa.

Hon sigur, at tær broytingarnar sum nú eru settar inn í fleiri greinum í broytingaruppskotinum gera stóran mun í mun til upprunauppskotið.

- Hetta er ikki rættiliga tað vit fóru til val uppá , men hon hevur eitt marknaðargrundað element og tryggjar verandi aktørar rættiliga væl og hevur burðadygga veiðu inni, segði hon.

- Eg eri komin til sættis við einum kompromis, eitt kompromis við stóra K, segði Hanna Jensen.

Fylg við tingvarpinum her