Hans Berntsen biður aftur fyri sjúkum í Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

12.03.2018 - 08:00

Mentan > Trúarlív

Hesa vikuna kemur danski prædikumaðurin Hans Berntsen enn einaferð til Føroyar á vitjan.

Hann var her fyrstu ferð í 1985, og hevur síðani verið her mangar ferðir. Felags fyri øll møtini, sum hann hevur hildið hesi seinastu 33 árini er, at menniskju hava møtt Jesusi, og at onnur er vorðin grødd fyri ymiskar likamligar og sálarligar líðingar.

Hans Berntsen hevur vitjað kring alt landið, men hetta seinasta árið eru møtini eisini rokkin út í føroyska útjaðaran. Og soleiðis verður aftur gjørt hesaferð.

Mikukvøldið talar hann í Oasuni í Hoyvík, hóskvøldið í Vági og fríggjakvøldið verður møti í skúlanum á Fossánesi í Norðdepli. Leygarkvøldið talar hann í missiónshúsinum á Glyvrum, og sunnukvøldið endar møtiferðin við møti í missiónshúsinum í Kollafirði.

Á møtunum verður byrjað við talu og sangi, og síðani verður Orðið boðað, eins og fólk verða boðin at koma fram til forbøn.