Hans Fróði harmast uppsøgnina

Sveinur Tróndarson

07.07.2013 - 11:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Avgerðin er tikin í sátt og semju, og tað er einki ilt blóð millum okkum, men eg má siga, at eg eri bæði bilsin og ikki minst øgiliga keddur av, at eg ikki sleppi at fullføra arbeiðssetningin hjá mær.


Hans Fróði Hansen dylir ikki fyri, at hann hevði lítla ávirkan á avgerðina um, at hann ikki longur er venjari hjá Effoliðnum hjá TB. Tað er kanska ov nógv sagt at siga, at hann tekur undir við avgerðini, men hann leggur dent á, at hann virðir avgerðina hjá nevndini.

- Nevndin er sett til at taka avgerðir vegna felagið, og tá tað var lagt fram fyri meg, at nevndin vildi skifta meg út, kundi eg ikki gera annað enn at bakka upp um hana, sigur Hans Fróði Hansen.

Tá tað er sagt, so er hann heldur ikki smæðin fyri at siga, at hann gjørdist øgiliga bilsin, tá hann hoyrdi, hví felagið hevði gjørt av at skifta hann út. Tað kom fullkomiliga óvart á hann. Men tað fær hann ikki at kasta frá sær sum fótbóltsvenjari.

- Eg havi fingið blóð á tonnina eftir at hava roynt starvið sum høvuðsvenjari, og tí ætli eg mær avgjørt at taka á meg aðra uppgávu, tá tann møguleikin bjóðar seg.

Tú vart eitt óskrivað venjarablað, tá tú í ár tók við sum høvuðsvenjari, og fleiri ristu við høvdinum, tá TB hevði sett teg í starv. Hvørjar royndir hevur tú gjørt tær?

- Eg haldi, at vit í ár hava prógvað, at vit kunnu. Vit hava gjørt eitt gott og professionelt arbeiði við einum so at siga heilt nýggjum liði. Eingin roknaði við nøkrum frá okkara síðu, men vit hava víst teimum nakað annað. Onkrar dystir hava vit tapt uppiborið, men annars hava vit spælt positivan álopsfótbólt, og hava fingið nógv fleiri stig, enn roknað var við. Tað er gott at hava við sær, sigur Hans Fróði Hansen.

Hvat er tað, sum tú kanst geva einum felagi ella einum liði?

- Mín tilgongd til dystir og venjing er nokk nakað nógv øðrvísi enn hjá fleiri øðrum, kanska serliga, hvat hugburði viðvíkur. So tað er nokk har tann stóri munurin er, rokni eg við, sigur Hans Fróði Hansen.

Tá Michael Laudrup fyrstu ferð varð sagdur úr starvi sum venjari, segði Morten Olsen, danskur landsliðsvenjari: “Nústaðni kann Laudrup siga, at hann er venjari, tí man skal vera uppsagdur fyri at vera ordiligur venjari.” Er tað støðan hjá tær nú?

- Tað veit eg nú ikki. Eg eri í øllum førum ivaleysur í, at vit hava gjørt tað, sum vit kunnu fyri at fóta okkum. Vit hava arbeitt hart og hava spælt væl til tíðir, men hava ikki havt eydnuna við okkum altíð. Og vit hava havt fólkið her við okkum. Men nú er støðan tann, at eg ikki havi ábyrgdina av liðnum meira, og sjálvandi er tað harmiligt. Men eg vil fegin halda fram í hesum starvinum, tí mær dámar tað, sigur Hans Fróði Hansen.