Mynd: FSF

Hans Jørgen og Levi fingið landsliðsboð

Sverri Egholm

06.10.2014 - 05:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Róaldur Jakobsen og Heini Vatnsdal hava givið avboð til landsdystirnar móti Norðurírlandi og Ungarn, so nú sleppa aðrir at royna seg.

Venjarirnir Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sent boð eftir Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi og Levi Hanssen úr HB.

Hans Jørgen sigur við heimasíðuna hjá FSF, at hann fegnast um yviraskandi boðini og at hann einaferð fyrr hevur fingið landsliðsboð. Tá var tað til U14.

Hans Jørgen Djurhuus verður 36 ár um ein mánaða.

Tað er leygardagin 11. oktober at føroyska A-landsliðið spælir á Windsor Park í Belfest í Norðurírlandi og týsdagin 14. oktober møtast Føroyar og Ungarn á Tórsvølli.