(savnsmynd)

Hans Jørgen sjúkur og farin heim

Ingi Samuelsen

13.10.2014 - 21:13

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
36 ára gamli víkingsleikarin Hans Jørgen Djurhuus fær ikki debut á føroyska A-landsliðnum í hesum umfari.

Gøtumaðurin, sum óvæntað varð úttikin til hópin, sum fór til Norðurírlands at spæla leygarkvøldið, er ikki við í hópinum móti Ungarn í annaðkvøld.

Orsøkin er sjúka. Lars Olsen sigur fyri Rás 2, at Hans Jørgen Djurhuus helst hevur fingið ein virus, ið ávirkar balansuna, og tað er orsøkin til at hann ikki sat á beinkinum í Belfast, og eisini at hann nú er sendur heim at koma fyri seg.

FSF hevur enn ikki boðað frá, hvør ella um nakar kemur inn í landsliðshópin i hansara stað.

Dysturin millum Føroyar og Ungarn verður spældur á Tórsvølli týskvøldið 14. oktober klokkan 19.45