Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hans Jørgen verður hjálparvenjari hjá Víkingi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.01.2018 - 22:39

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nú er avgjørt at Hans Jørgen Djurhuus verður leikandi hjálparvenjari hjá Maurice Ross. Hesum boðar Víkingur frá í kvøld.

Hans Jørgen hevur verið týðandi leikari á miðvøllinum hjá Víkingi øll 10 kappingarárini, har hann hevur verið við til at vinna tveir FM sigrar og fimm steypasigrar umframt at vinna seg fleiri ferðir víðari í Europa League og Champions League kappingunum.

Víkingur gjørdist farna kappingarár Føroyameistari annað árið á rað.