Mynd: EPA

Hans Lindberg álopin á gøtuni í Keypmannahavn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

13.05.2018 - 12:18

Ítróttur > Ítróttur > Annað

Hans Lindberg, ið er hálvur føroyingur og spælir á danska hondbóltslandsliðnum, varð álopin mitt á gøtuni í Keypmannahavn síðsta vikuskifti. Áleypararnir stjólu m.a. urið hjá honum. Nú sóknast Hans Lindberg í Facebook dagføring eftir hesum urinum, sum er heilt serligt. Urið, ið varð tikið frá honum, varð framleitt í sambandi við týska meistaraskapinum, sum hann vann saman við HSV Hamburg í 2011.

Hans Lindberg sigur við TV2 SPORT, at hann skrivaði um upplivingina á Facebook við vón um, at onkur kennir urið aftur, um álopsmenninir royna at selja tað. Har eru bert 20 av hasum slagnum, og tað er eyðkent við HSV Handball búmerkinum í miðjuni á urinum.

Dagføringin hjá Hans Lindberg kann síggjast her.