Hans Pauli saman við formmaninum í EB/Streymi, Briani Hansen. (Mynd: eb-streymur.fo)

Hans Pauli aftur í EB/Streymi

Agnar Frederiksen

14.11.2017 - 21:58

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Gitingarnar hava verið har leingi, og í fyri løtu síðani váttði EB/Streymur tað: Hans Pauli Samuelsen verður aftur í bláa og svarta búnanum komandi ár.

Hans Pauli var ein lyklaleikari hjá barndómsfelagnum í nógv ár, og var við til at vinna FM við EB/Streymi í 2008 og 2012. Seinastu trý árini hevur víkamaðurin vunnið FM á hvørjum ári; eina ferð við B36 og seinastu tvey árini við Víkingi. Nú er tað so greitt, at Hans Pauli aftur skal umboða barnsdómsfelagið.


EB/Streymur skrivar soleiðis á heimasíðu sínari í kvøld:

Vit kunnu nú bera tað gleðiligu tíðindi at bóltsnillingurin við 11 talinum, Hans Pauli Samuelsen, aftur er í felagnum.

Eftir at hava umboða EB/Streym alla sína fótbóltstíð valdi Hans Pauli í 2015 at leita sær aðrar avbjóðingar. Fyrst eitt ár í B36 og síðani tvey í Víkingi, hesa tíðina Hans Pauli hevur verði í útlegd hevur hann vunnið meistaraheiti øll árini !

Víkamaðurin, ið hevur leikt næst flestar dystir fyri EB/Streym síðani felagið bleiv til í 1993, hevur skriva undir ein eitt ára sáttmála. Hans Pauli hevur leikt 394 dystir og skora 115 mál fyri besta mannsliði hjá EB/Streymi og tilsamans hevur hann leikt 480 dystir og skora 137 mál.

Hans Pauli leikti sín fyrsta dyst um 17 ára gamal heilt afturi í 2002 og líka síðani fyrsta dyst, hevur hann verði fastur maður í byrjunarupstillingini. Í dag er Hans Pauli 33 ára og við hansara royndum kemur hann at hava ein alstóran týdning fyri unga liðið hjá okkum.

Vit í EB/Streymi eru sera fegin um at Hans Pauli er aftur í felagnum og gleða okkum at síggja hann í blá/svarta búnanum aftur komandi ár.