Hans Tórgarð og Norrøna við í stórari íslendskari krimi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.12.2015 - 16:35

Mentan > List > Filmslist

Føroyski sjónleikarin Hans Tórgarð og ferðamannaskipið Norrøna hava týðandi leiklutir í størstu íslendsku sjónvarpsframleiðsluni nakrantíð, sum verður frumsýnd um nýggjársleitið.

Talan er um krimisendirøðina Ófærð – á enskum Trapped – sum byggir á søgu hjá Baltasar Kormáki og Sigurjón Kjartansson. Sendirøðin er í 10 pørtum, og verður frumsýnd á íslendsku sjónvarpsstøðini RÚV millum jólanna, sunnukvøldið 27. desember klokkan 21 lokala tíð.

Tað ber til at síggja ein brellbita fyri sendirøðini herundir. Her sæst eisini, at føroyska ferðamanaskipið, sum á hvørjari viku leggur leiðina til Seyðisfjarðar á eysturlandinum, hevur ein tíðandi leiklut.

Millum leikararnar í sendirøðini er eisini føroyski Hans Tórgarð og danski Bjarne Henriksen umframt ein røð av kendum og minni kendum íslendskum sjónleikarum.

Sambært RÚV hevur áhugin fyri sendirøðini verið stórur, og hon er seld til fleiri stórar sjónvarpsstøðir kring heimin, eitt nú norðurlendsku DR, SVT, NRK, YLE5 og eisini ZDF, Franca Television, BBC4 og The Weinstein Company.

RVK Studio hevur framleitt í samstarvi við RÚV, Danmarks Radio og týsku fyritøkuna Bavariafilm.