Hansa Maria hevur nú fingið navnið Sigatindur (Savnsmynd - Kiran Jóanesarson)

Hansa Maria kallast nú Sigatindur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kiran Jóanesarson

19.05.2017 - 09:57

> Tíðindi > Føroyar

Trolbáturin, Hansa Maria, sum seinastu árini hevur havt heimstað á Toftum, hevur nú fingið navnabroyting, sambært heimasíðuni hjá Skipaskrásetingini.

Samstundis sum at trolbáturin í bólki 4T hevur skift navn til Sigatind, hevur báturin eisini skift heimstað, og hoyrir nú til Leirvíkar.

Tað er tó ein tíð síðan, at Osmund Justinussen keypti trolbátin, men ikki fyrr enn nú hevur hann skift heimstað.

Samstundis sum at Hansa Maria, nú Sigatindur, hevur skift heimstað og navn, hevur ein annar trolbátur hjá Osmundi, Búgvin, eisini skift heimstað frá Toftum til Leirvíkar, tó hevur Búgvin ikki skift navn, sambært Skipaskrásetingini.

Umframt Sigatind og Búgvan, eigur Osmund Justinussen eisini Jens Leon. Allir tríggir trolbátarnir hoyra til bólk 4T. Osmund Justinussen keypti trolbátarnar í fyrst í januar 2014.