Mynd: EPA

Hansara síðsta farvæl: - Ja, vit gjørdu tað

Jens Hákun Leo

11.01.2017 - 07:33

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Tann fráfarandi amerikanski forsetin, Barack Obama, helt í nátt, føroyska tíð, farvæl-røðu sína sum amerikanskur forseti. Røðuna helt hann í Chicago, har hann á sinni byrjaði politisku yrkisleið sína.

Í hesari røðu sínari helt hann fyri, at ”Yes, we did” (Ja, vit gjørdu tað), hetta sum ein áminning um herróp hansara til forsetavalið í 2008, ”Yes, we can” (Ja, vit kunnu), og at hann hesi átta árini, hann hevur sitið sum amerikanskur forseti, hevur framt eina røð av politiskum batum, sum, sambært honum sjálvum, hevur gjørt USA til eitt sterkari og betri land.

Barack Obama nýtti eisini høvið til at heita á áhoyrararnar um at taka lut í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum, hvat ið er ein greið andsøgn til boðskapin hjá Donald Trump, tí komandi amerikanska forsetanum, sum hevur sáað iva um, hvørt veðurlagsbroytingarnar eru so álvarsamar, sum serfrøðingar og nógvir amerikanskir politikkarar vilja vera við, at tær eru.

Obama helt í aðrar mátar fyri, at rasisma enn er ein stórur trupulleiki í USA, og at fólkaræðið í USA stendur yvirfyri einari truplari royndartíð, har ið spurningurin er, um tað yvirhøvur fer at yvirliva. Her heitti hann enn einaferð á áhoyrararnar um at luttaka í tí politiska stríðnum fyri fólkaræði fólkaræði og framburði.