Hansson best í kondi-royndini

Ingi Samuelsen

11.01.2017 - 15:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Kanska er tað bara tí, at eg havi tann besta natúrliga grundformin í hópinum. Eg havi, heilt erliga, ikki vant serliga nógv í støðginum.

Soleiðis segði føroyski fótbóltsspælarin, Hallur Hansson, eftir at tað vísti seg, at hann var tann, sum kláraði seg best í sonevndu bip-testini í morgun. Hann kláraði tað so mikið væl, at AC Horsens valdi at gera eina samrøðu við føroyingin um tað, og leggja út á Facebook...

Venjingin í AC Horsens er júst tikin uppaftur eftir jólastøðgin, og í morgun fóru leikararnir inn í Forum Horsens at taka hesa testina, sum er kend millum nógv ítróttafólk, og sum gevur eina ábending um, hvussu góð kondisjónin og skjótleikin er.

Danska superligan byrjar aftur um fimm vikur. AC Horsens skal 18. februar spæla á útivølli móti grannunum, Silkeborg.