Hanus á Lógv kommunulækni í Norðoya læknadømi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

03.01.2018 - 16:22

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Heilsutrygd hevur sett Hanus á Lógv í starv sum kommunulækna í viðtalu 1 í Norðoya læknadømi.

Hanus á Lógv nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 1988 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hanus á Lógv hevur drúgvar royndir innan læknayrkið – bæði á sjúkrahúsum og í kommunulæknaviðtalum.

Í 1997 fekk hann serlæknagóðkenning innan kirurgi, og virkaði sum skurðlækni í Svøríki og seinni sum vikarierandi yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Hann arbeiddi eisini í fleiri ár sum kommunulæknaavloysari í Norðoya læknadømi, áðrenn hann fyri trimum árum síðani fór undir at fáa sær serlæknagóðkenning innan almenn medisin.

Hanus á Lógv tekur við starvinum í Norðoya læknadømi 1. apríl 2018.