Hanus Samró fyrilestur í Dubai: - Eg mundi skemtað við sjálvmorðsbumbu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

21.03.2018 - 12:48

Tíðindi >

Í gjár legði Hanus Samró, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, fram á tiltakinum "The happiness journey", sum ministry of happiness í Dubai skipaði fyri.

Vit hava sett okkum í samband við Hanus Samró og spurt, hvussu framløgan hilnaðist.

- Tað var eitt ótrúliga stuttligt upplivilsi. Pallurin var úti í sólini, so eg hugdi faktiskt yvir á Burj Khaliffa, meðan eg legði fram. Men tað skal eisini sigast, at av tí at framløgan var úti í sólini var tað trupult at síggja og fylgja framløguni, tí eg sá ikki skermin. So tað kundi gingið betur. Men burtursæð frá tí, so var tað eitt fantastiska stuttligt upplivilsi, sigur Hanus Samró.

Sambært Hanusi Samró líktist tiltakið átøkunum hjá millum annað Fólkaheilsuráðnum og Sinnisbata, ið varpar ljós á rørslur, krops-, og sálarheilsu. Í einum av skeltinum stóð m.a. "Tað er ókay ikki at vera ókay", sum eisini var sloganið hjá einum av átøkunum hjá Sinnisbata. Hanus Samró sigur víðari, at orsøkin, at hann varð boðin við, var, at hann skuldi greiða frá sínum lívi og avbjóðingum við vøddasvinni.

- Mær dámar væl at illustrera, tá eg leggi fram. Ikki bara við orðum, men við gerðum. So eg tosaði meg heitan og fortaldi og vísti, hvussu vøddarnir hvurvu í arminum, herðabløðunum, rygginum. So fyri ordiliga at leggja herðslu á, hvussu støðan var, tók eg í t-shirtina og lyfti hana upp, so at svarta, slitnað korsettið kom undan. Tú skal minnast til, at har sótu næstan bara konufólk í burka og niqab. Og tá eg tók t-shirtina upp, hvukku tær við.

- Shit, hugsaði eg, havi eg yvirhøvur loyvi at vísa teimum kroppin? So fyri at bjarga støðuni og lætta um stemningin ætlaði eg at siga: bara róligt, hetta er ikki eitt sjálvmorðsbelti. Eg hevði tað á tunguni og tað var um reppi at eg segði tað, men tíbetur kláraði eg at lata vera og bjarga mær á annan hátt. Ímynda tær. Hatta er líka so ósømiligt sum at gera eina ljóta holocostskrønu fyri stórari fjøld av jødum, men tíbetur steðgaði eg á og andaði djúpt, áðrenn eg helt fram, greiðir Hanus Samró.

Hanus Samró varð boðin at leggja fram av “Ministerium of happiness”. Sí meira um tað her